Sjálvstýrisflokkurin
sunnudagur, 5. september 2010
Forsíða | Teldupostur
Tingakrossur
 
Greinar
Tíðindi
Tingviðgerð
Kjak

Um heimasíðuna
Valskrá
Stevnuskráin
Løgtingsvalevni
Lógin fyri Landsfelag Sjávstýrisfloksins
Tingfólk
Floksviðurskifti
Skrivstovan
Floksskrivarin
Landsfelagið
Limafeløg
Starvsnevnd
Unga Sjálvstýri
Landsfundur 2009
Kommunuval 2008
Søgan
Limatekning
Slóðir

Login
Vælkomin vitjandi
 
Gloymt loyniorðið?
Skráset teg
 
Brúkaranavn:
Loyniorð:
Flytið tey heim! Skriva út
mikudagur, 28. juli 2010 aftur til yvirlit
Skrivað hevur: Kári á Rógvi
 
Eftirskúla í Suðuroy, føroyingar í føroysk fongsul og útbúgving í Føroyum. Heldur enn hetta óvirðiliga stríðið at nápa nøkur hissini størv frá hvør øðrum, skulu vit flyta størvini úr útlandinum og heim til Føroya.
 





 

Seinnu árini hava verið merkt av knappligum kunngerðum um, at størv og stovnar flyta úr eini oyggj í aðra. Landsstýrisfólk flyta stovnar – og av berari tilvild enda teir har, sum tey sjálvi ætla sær atkvøður.


Seinast var eitt starv niðurlagt í Havn og trý størv stovnað í Suðri – samlaða umsitingin veksur, tí samraksturin verður burtur.


Tann frálíki arbeiðsmarknaðardepilin, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum vildu víðka út frá góðu royndunum við ALS, ja hann minkar í staðin; synergi og samstarv mugu víkja, tí onkur kemur í tankar um at hava gloymt sína føðioyggj.


Eftirskúli í Suðuroy
Framburðssinnaði politikkurin hjá Sjálvstýrisflokkinum hevði ført heilt annan politikk við sær. Suðuroyggin hevði fingið nógv fleiri og betri størv. Sjálvstýrisflokkurin hevur gingið á odda at skipa eftirskúla í Suðri. Føroyingar fylla í løtuni fleiri skúlar í Danmark. Við næmingunum fara bæði skúlagjøld, lummapengar – og fleiri góð størv.


Føroyingar í føroysk fongsul
Vit hava eisini víst á, at tað er mannminkandi at føroyskir fangar sita í fongsli í Danmark. Bæði fyri virðiligu viðferðina av teimum og teirra avvarðandi – og eisini fyri størvini – eiga vit at skipa fongsul í Føroyum. Tíðin, tá ið fangar vóru sendir um hav, er endað alla aðrastaðni enn her hjá okkum.


Fleiri útbúgvingar í Føroyum
Einamest vilja vit tó hava útbúgvingarnar heim. Bjóða vit allar vanligar útbúgvingar og eftirútbúgvingar út í Føroyum, fáa vit fleiri útbúgvin fólk, men vit fáa eisini betur útbúgvin fólk eftir føroyskum fortreytum. Vit varðveita størri part av teimum útbúnu, vit fáa fleiri kundar og fleiri starvsfólk í tænastuvinnum, vit fáa fleiri starvsfólk í útbúgvingarvinnu og avleiddum vinnum.


Flytið størv heim!
Vit eru sannførd um, at liberalur framburðspolitikkur er betri: at flyta størvini úr útlandinum og heim til Føroya, heldur enn hetta óvirðiliga stríðið at nápa nøkur hissini størv frá hvør øðrum.


Heðin D. Poulsen, Karl A. Olsen, Kristina Toftegaard Larsen og Kári á Rógvi, valevni Sjálvstýrisfloksins
     
  Sjálvstýrisflokkurin • Postboks 141 • FO-600 Saltangará